Grafisk framsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Grafisk framsýning í Smiðjuni í Lítluvík



Flaggdagin 25. apríl verður framsýning av grafiskum verkum í Smiðjuni í Lítluvík.

Ì vetur hevur anda av arbeiðs - og læri hugi  í húsunum hjá Tórshavnar Kommunu í Kongagøtu. Á ovastu hædd hevur Jónu Rasmussen grafikari, húsast við sínum grafiknæmingum. Arbeitt hevur verið við nógvum ymiskum. Linoliumskurði, træskurði, etsingum, aquatintum og nógvum øðrum grafikki. Við Jónu, sum hollum ráðgeva og lærara, hava næmingarnir experimenterað og roynt ymisk ting, ið eisini eru ein møguleiki innan grafikkin. Hvørja ferð onkur hevur havt hug at royna okkurt, og hevur spurt: ” Jóna, kann man ....???”  So hevur svarið verið tað sama:” Royn og vita hvat hendir”.

Hesum er komið nógv spennandi burturúr, og hava næmingarnir tí tikið ta avgerð, at sýna úrslitini av vetursins arbeiði fram í Smiðjuni í Lítluvík.

Hetta er ein sera fjølbroytt samling av grafiskum verkum og tí eisini avgjørt áhugaverd.

Møguleiki verður at keypa verkini, um hugur er til tess.

Fernisering verður Flaggdagin 25.apríl kl.16.00.

Opið verður eisini sunnudagin 26.  og mánadagin 27. apríl frá kl. 14.00 – 18.00


Vegna fyrireikararnar

Gyðja Hjalmarsdóttir tlf. 724044

Jóngerð Poulsen tlf.

 






«2019»Í dag«Des»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S