Faldarin verður borin út mikudagin

Faldarin til komandi skúlaár verður borin út til øll húski í Tórshavnar kommunu mikudagin 26. august 2015.
Nógv spennandi skeið verða hetta skúlaárið. Eitt nú kunnu vit nevna: Veðurlæra, dugnaskaparútbúgving í motorpassing, stakgreinalestur á miðnámsstigi, danskt fyri útlendingar, grønlendskt, pólskt, list í Tórshavnar kommunu, søgufrásagnir, við abba á floti, íverksetanarskeið í samstarvi við nýskapanarhúsið Hugskotið, seyming fyri 2 ættarlið, tunesisk hekling, broomstick lace, at garva og tilvirka skinn, silkimáling, ymisk tekniskeið ss croquis, bátasmíð, flætta kurvar, skreytlist, at gera bróstsukur, afrikanskur matur, kaffi og felagssangur,
Í Kaldbak/Kollafirði/Nólsoy verður ymisk rørsla fyri 2 ættarlið, teldulæra fyri eldri, kreativ hondbinding, bind sjal, maskinbinding, tekning og máling, rútmiskt sangkór og ymisk ljóðføri.


TKU-faldari-2015-2016-web.pdf  






«2018»Í dag«Feb»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28        
M T M H F L S

 

 

 

Kanna tín læriprofil

...
...
...
...

Trýst her