Ælabogin uppboðssølu

Ælabogin uppboðssølu


Uppboðssøla

við „føroyskum“ listaverkum í SMS

hin 18. apríl 2009 kl. 13

 

 

 

ORKESTRIÐ ÆLABOGIN

 hjá fólki við menningartarni, hevur avgjørt at luttaka á tónleikastevnu í Lillehammer í Noregi í summar. Stevnan er ætlað orkestrum, hvørs endamál er at geva fólki við menningartarni við áhuga í tónleiki og tess leiðarum møguleika at dyrka sín áhuga og fáa íblástur. Stevnan er afturvendandi 3. hvørt ár, og hevur Ælabogin luttikið í 2003 og 2006. Hetta samstarvið við norsk orkestur er sera týðandi fyri okkum øll. Bæði tónleikarar, orkesturleiðarar og avvarðandi.
Uppboðssølan er partur í átaki at savna inn pening til endamálið.  Umframt uppboðssøluna verður eisini blandað tombola og so fer Ælabogin at spæla nøkur løg.

Skráin sær soleiðis út:

Kl. 10.00        Blandað tombola
Kl. 12.30        Ælabogin spælir nøkur løg
Kl. 13.00        Uppboðssøla av listaverkum v. Alfredi Petersen, advokati

Vit eru sera takksom fyri ta hjálpsemi og gávumildni sum okkum er víst í samband við fyrireikingarnar. Fyrstu tøkk eiga listafólkini sum vildu stuðla orkestrinum við sínum listaverki. Harnæst takka vit hjartaliga fyri vælvildina SMS hevur víst okkum. Umframt hesi er ein rúgva av fólki, virkjum, almennum stovnum og kommunum runt um í landinum, sum hava stuðlað við peningaupphædd, vinningum til bingo og tombola og hjálpandi hond til hetta og hatta. Stóra tøkk øll somul.

Blíðar heilsanir

Vegna Orkestrið Ælabogan

Annika Højgaard, Eirikur Skála, Katrin Jørgensen
Orkesturleiðarar

 

 

 






«2019»Í dag«Des»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S