5. mars 2018 byrjar nýtt framhaldsskeið í føroyskum fyri tilflytarar

Skeið nr. 0805 Føroyskt fyri tilflytarar - tó ikki skandinavar, framhald I

Kvøldskúlin skipar fyri framhaldsskeiði í føroyskum sum fremmandamáli.
Skeiðið byrjar eftir ætlan 5. mars og varir í 10 vikur, undirvísing er hvønn dag frá 9.30 til 12.30.
Skeiðið er ætlað teimum,
  sum hava tikið byrjanarskeiðið, 100 tímar, ella hava tilsvarandi kunnleika.
Vit brúka bøkurnar VITI eftir Bergljót av Skarði og MÁLLÆRA eftir Paulivar Andreasen og Árna Dahl. Lærari verður Bergljót av Skarði, undirvíst verður á føroyskum, og heimaarbeiði er partur av arbeiðinum.
Vit fara at lesa tekstir, og dentur verður lagdur á at skilja og tosa føroyskt. Mállæruvenjingar eru partur av frálæruni, og ætlanin er at hava eitt sindur av skriving eisini.
Eitt depositum á 1.500 kr. verður kravt við tilmelding, tað verður afturgoldið, um næmingurin fylgir skeiðinum til fulnar
. Tað er møtiskylda.
Um neyðugt, ber til at gera gjaldsavtalu við skúlan.

Tilmelding á www.kvoldskulin.fo í seinasta lagi mikudagin 21. februar 2018  






«2018»Í dag«Sep»
          1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S