18 mans tikið skeið í vápnatrygd

 

Teir hava skotið til máls, lært um byrsur og trygd. Herfyri fingu 18 mans váttan fyri at hava staðið vápnatrygdarskeið. Váttanin kann nýtast, tá ið søkt verður um vápnaloyvi á Umhvørvisstovuni.

Løgtingið samtykti í fjør broytingar í vápnalógini frá 1969. Og nú hevur so fyrsta skeiðið verið, síðani lógin kom í gildi. Kvøldskúlin í Havn skipaði fyri skeiðinum.

Trygdarskeiðið er býtt í tveir partar. Ein ástøðiligan part og ein verkligan part. Báðir partar enda við próvtøku, sum skal standast. Ástøðiligi parturin tekur 6 tímar og verkligi parturin 3 tímar. Verkligi parturin fer fram á skjótibreyt, sum myndugleikarnir hava góðkent.

Skeiðshaldarar vóru Herleif Hammer, Sjúrður Knudsen og Gunnar S. Knudsen.

Sí fleiri myndir






«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

 

 

 

Kanna tín læriprofil

...
...
...
...

Trýst her