Kvøldskúlin úti í náttúruni

At liva í og við náttúruni

22.05.2012

Eg droymdi um sól og summar - tá eg í januar mánaði teknaði meg til skeiðið "At liva í og við náttúruni" Skeiðið, sum Kvøldskúlin í Havn skipar fyri, er skipað yvir tvey vikuskifti í mai - fyrra var 11. - 13. mai og seinra nú komandi vikuskifti.

Fyrra skeiðsvikuskiftið gingu vit ein langan og góðan túr úr Vestmanna í Dalar. Túrurin tók okkum umleið 6½ tíma. Tað var turt, kalt, nakað av vindi og onkrastaðni lá kavi. Tá vit høvdu gingið einar 5 tímar fór at regna - ikki bara at regna - tað oysti niður.

Vit reistu tjøldini í oysandi regni og stormi. Tað var barasta sooo lekkurt at koma í eitt turt og lýtt tjald :) So leingi tað vardi. Hjá okkum brotnaði ein stong og tjaldi fór at leka. Okkurt annað tjald skrædnaði eisini, men tey góðu tjøldini hildu sjálvandi til sjaskveðrið.

Hans (skeiðleiðarin) hevði sjálvandi ein plan B. Vit fóru inn í nýggja Dalahúsið at fáa okkum eta og hugna okkum. Nakrar av okkum vóru sera fegnar, tá vit funnu turrar soviposar og góðar madrassur í húsinum :)

Sunnumorgunin regnaði ikki so illa, men alt var plaskvátt. Vit gjørdu skjótt av. Pakkaðu rygsekkanar og síðani til gongu. Hesa ferð gingu vit einar 2 tímar til Saksunar, har bilur heintaði okkum. Eg gleði meg til komandi vikuskift. Hesaferð droymi eg ikki um sólina, men um at tað verður turt:) 

Skeiðleiðari er: Hans Mikkelsen



Tekstur og myndir: Elin Lindenskov