1. Málsetningur skúlans

Skúlin er livandi, kveikjandi og skapandi
Skúlin er ein kommunalur og mentanarligur amboðskassi
Hann er:
- Mentanarskapandi - fyri lærd sum leik
- Mentanarberandi - bera mentanina út til fólkið
- Mentanarvarðveitari - lívga um tað skapta, ansa eftir, at tað ikki ferst, men tó laga seg, til verandi samfelag.

Mentanararvur Mentan er livandi – flytur seg – broytist, men skal hava tað gott. Tað má ikki arbeiðast upp á gjøt, miðleyst og uttan nakra samskipan, um so er, kann óbótaligur skaði standast av hesum. Vandi fyri mentanarstýring.

Mentan er sálin í samfelagnum

Frítíðin- at vera menniskja
- at hava møguleikar
- at taka av avbjóðingum og mennast


Skúlin fyri øll!

2. Undirvísingin

Undirvísingin er býtt í 3 partar:

A. Almenn frítíðarundirvísing - øll yvir 14 ár
B. Serstøk frítíðarundirvísing - øll yvir 14 ár 
C. Frítíðarvirksemi - øll børn og ung undir 25 ár


Tann almenna fríðtíðarundirvísingin og frítíðarvirksemi annars, sum fylla meginpartin av kvøldskúlavirkseminum, fevna millum annað um hesar lærugreinar: spinning, plantuliting, skaftvevnað, rammuvevnað, myndavevnað, tøving, tilskering, seyming, binding, hekling, patchwork, brodering, bókbinding, smíð, dreying, skera í træ, gera modellbátar og skip, glaslist, umvæla og polstra gamlar møblar. Harumframt er frálæru fimleiki, talvi, matgerð, ættargransking, teldulæru, sjónleik, støddfrøði, føroyskum, íslendskum, enskum, fronskum, sponskum, russiskum, tónleiki, kórsangi v.m.
M.a. fíggjar kvøldskulin meginpartin av virkseminum hjá GHM, Havnar Hornorkestri, Havnarkórinum, kórinum Glymur, Kamarkórinum og kórinum Sólarmagn.

Tann serstaka frítíðarundirvísingin fevnir um
- at skúlin hevur royndarfyrireikandi undivísing í 10. flokki, sum endar við próvtøku. Endamálið er at næmingar, ið ikki hava eitt tílíkt prógv fáa høvi at fáa eitt slíkt og eisini hava næmingar møguleikan at betra um próvtøluni, ið tey hava framman undan. Nógv dømi eru um næmingar, sum soleiðis seinni hava tikið hægri útbúgving.
Í skúlaárinum 2015-2016 verður møguleiki at velja 4 HF-staklærugreinir. Hetta fyri at hjálpa teimum í vænta ávísa lærugrein til víðari lestur. Talan er um støddfrøði A og B, evnafrøði C og sálarfrøði á C-støði. Allar lærugreinirnar enda við próvtøku.

- Undir serundirvísing hevur skúlin nógv tilboð fyri brekað,- menningar- og rørslutarnað. Sum dømi kunnu nevnast skeiðsvirksemi hjá ÍSB, Verkstaðnum Vón, Ælaboganum, Sjeystjørnuni og svimjing í Gundadali. Eisini ymiskur ítróttur, sum t.d. boccia, borðtennis og fótbóltur eru millum tilboðini til henda bólk. Hesi tilboð eru bøtandi og fyrilitarlig.

- Yrkiskend undirvísing fevnir um dugnaskaparroynd í sigling, dugnaskaparroynd fyri frítíðarsiglarar (bátar og skip upp til 20 tons), dugnaskaparútbúgving í motorpassing og S.R.C.–skeið (VHF).
Hesi skeið enda øll við próvtøku. Dugnarskaparroyndin í sigling gevur førleika at føra skip upp til 24 metrar long út á 200 fjórðingar, meðan dugnakaparroyndin fyri frítíðarsiglarar gevur førleika at føra skip upp til 20 tons.

Frítíðarvirksemi Er ætlað børnum og ungum upp til 25 ára aldur. Frítíðarvirksemi er ikki vanlig undirvísing sum í hinum lærugreinum, men meira ætlað sum ein aktivering av næmingunum, har lærarin er ígongdsetari.


Skúlaárið

Skúlaárið fylgir í stóran mun fólkaskúlanum, tó við ávísum undantøkum. 
Almenn frítíðarundirvísinger frá sept./okt. til páskar, meðan tónleikur, undirvísing í føroyskum máli og mentan fyri útlendingar og próvtøkulærugreinirnar halda fram til mai/juni mánað. 
Royndarfyrireikandi lærugreinir – so sum 10. fl., H.F.-fyrireiking o.a. – er alt skúlaárið og endar við próvtøku í juni mánaði.
Skeiðini á Vinnuháskúlanum enda somuleiðis við próvtøku í mai mánaði.
Vanliga kvøldskúlaundirvísingin endar við stórari framsýning í Eysturskúlanum og í Kollafjaðrar Skúla, við handaligum arbeiði, tónleiki og sangi.
Framsýningin hevur sera stóran áhuga millum manna, nógv verður tosað og skrivað um hana. Eini 5- 7.000 vitjandi hava vitja seinastu árini.

Skipanin