Várkonsert við kórinum Glymur

 

Várkonsert við kórinum Glymur



Leygardagin, 20. mai hevur kórið Glymur konsertir í
Kvívíkar Kirkju og í Læraraskúlahøllini.



Skráin er fjølbroytt við føroyskum, svenskum og enskum
sangum.



Nevnast kunnu løg eftir m.o. Eivør, Simma, Fleetwood Mac,
Sting, Coldplay og eisini okkurt lag, sum kórleiðarin Pauli Hansen hevur
skrivað.



Konsertin í Kvívíkar Kirkju er kl. 15 leygardagin 20.mai.



Konsertin í Læraraskúlahøllini er kl. 17 leygardagin 20.mai.