Tórshavnar Kvøldskúli skipar fyri koyrikorti til lítið prutl (30 km/t)


Tórshavnar Kvøldskúli
skipar fyri koyrikorti til lítið prutl (30 km/t).



Tilmeldingin
til koyrikort til lítið prutl (Bólkur AM 15 ár 30 km/t) byrjar mikudagin 22.
november kl. 14.00. Treytin fyri at melda seg til hetta
skeiðið er, at næmingurin er fyltur 15 ár, tá ið skeiðið
byrjar.



Tilmeldast
og gjaldast skal á heimasíðu kvøldskúlans
www.kvoldskulin.fo.



Skeiðið
er 35 undirvísingartímar, ávikavist 15 tímar í teori, 12 tímar í venjingarkoyring
og 8 tímar í fyrstuhjálp.



Fyrstu
undirvísingardagar í teori eru mikudagin 29. november og mikudagin 6. desember frá
kl. 16.00 til 19.30. Ikki er neyðugt hjá næmingunum at hava prutl við nevndu
dagar.



Til
venjingarkoyringina skal næmingurin hava prutl og hjálm við. Prutlið skal vera
skrásett og í lógligum standi. Til venjingarkoyringina fær næmingurin loyvi frá
Akstovuni til koyring millum heim og undirvísingarstað, hesum skipa
undirvísararnir fyri.



Heitt
verður á foreldur ella verja at kanna, um tryggingarviðurskiftini eru í lagi.



Skeiðið
í fyrstuhjálp verður hósdagin 30. november og hósdagin 7. desember frá kl. 16.00
til 19.30.



Skeiðið
kostar 900 kr. Íroknað skeiðsgjaldið er undirvísingartilfar og fyrstuhjálparskeið.
(Teoriroynd og verkligari roynd tekur Akstovan sær av).



Borgarar
í Tórshavnar kommunu hava framíhjárætt til skeiðið,
men eru pláss eftir, eru aðrir borgarar eisini
vælkomnir.