Samstarv millum filmsverkstaðið Klippfisk og Kvøldskúlan


Í sambandi við at Martin Nolsøe Simonsen er settur sum dagligur leiðari á filmverkstaðnum "Klippfisk"er avtalað fingin í lag millum Kvøldskúlan og Klippfisk um, at kvøldskúlin skal bjóða fram nøkur kvøldskúlaskeið í vetur, sum hava við filmsframleiðslu at gera.


Skeiðini fevna  m.a. um hesi evni: at skriva handrit; at klippa film; at taka upp film; ljós og skuggi, o.s.fr
 


Vit Ynskja Martini tillukku við starvinum og góða eydnu frammyvir.