Gagnnýt haruskinnini

Fá pláss eru eftir til skeiðið 'At garva og tilvirka haruskinn'.
Tilmeldingin endar sunnudagin, so nú er at skunda sær. 

Í faldaranum stendur m.a:
Haruskinnini
verða reinsað og garvað, og síðani verða tey skild sundur eftir liti og virkað.
Tað er best at fletta haruna innan 12 tímar og goyma skinnið turt, kalt og
saltað. Borðsalt er ikki egnað. Um saltið verður vátt eftir nøkrum døgum, skal
saltast av nýggjum.
Ynskir tú
at virka úr skinnunum, td. vøttir, húgvur, pútur, lampuskermar og smúkkur, ber
til at tekna seg til skeið nr. 2605.