Hagtøl 



  Hagtøl

2008/09

2009 /10

2010/11

2011/12

2012/13 

 

Næmingatal

2.258

2.405

2.110

2.367

2502

 

Gl. uppgerðarháttur

3.101

3.364

-

-

-

 

Lærugreinatal

80

-

96

127

177

 

Lærarar

 111

145

148

130

135

 

Høli

35

44

37

29

30

 




 



 

2013/14

2014/15

2015/16

2016/17 

2017/18 

Næmingatal, aktivir

2.434

    2.555




 

Skrásettir næmingar       2.863     3.007




 

Lærugreinatal

   190 

       176




 

Lærarar

   136 

       134




 

Høli

          32          30




 








Aldursbýti á bólkar

2009/10

%

2011/12

%

2012/13

%

03 - 19 ár

556

26%

629

27%

648

26

 

 

 

20 - 39 ár

407

19%

485

20%

534

21

 

 

 

40 - 59 ár

705

34%

794

34%

829

33

 

 

 

60 - 90 ár

437

21%

459

21%

491

20

 

 

 











Aldursbýti á bólkar

2013/14

%

2014/15

%

2015/16

%

03 - 19 ár

583

24%

        670     26%



 

 

 

20 - 39 ár

549

23%

        562     22%
         


 

 

 

40 - 59 ár

841

34%

861

34%



 

 

 

60 - 92 ár

461

19%

        462     18%
           



 



 




Kynsbýti

2009/10

%

2011/12

%

2012/13

%

Kvinnur

-

1480

62%

1588

63

 

 

 

Menn

-

887

38%

914

37






Kynsbýti

2013/14

%

2014/15

%

2015/16

%

Kvinnur

1555    64%         1661    65%


 

 

 

 

Menn

879    36%         894    35%

















                                    







Søga kvøldskúlans

Eldri kvøldskúlasøgan
Tað fyrsta, vit vita um kvøldskúlar í Havnini, er í 1882, tá vóru næmingar undirvístir, sum ætlaðu sær á skiparaskúla. Í 1896 varð undirvíst í føroyskum. Frálæran var í gomlu fútahúsinum, ið Rasmus Effersøe átti. Sannlíkast er, at tað var hann sjálvur, ið undirvísti føroyingum úti undir Bakka.

Fyrstu kvøldskúlarnir í Havn vóru privatskúlar, sum fólk hildu heima hjá sær sjálvum. Í 1898 undirvísti Poul Jensen í træsmíð. Í 1899 bjóða tríggir lærarar, Oluf Skaalum, Poul Jensen og Emil A. Traber ungum monnum undirvísing í vanligum lærugreinum í Kommunuskúlanum.

Í 1904 játtaði Løgtingið fyrstu ferð pengar til kvøldskúlaundirvísing, tilsamans 200 kr. fyri alt landið, og staturin játtaði tað sama. 400 kr. Tað var smábýtt og vóru helst bara eitt ískoyti til læraralønir. Konufólkini hildu seg eisini framat við kvøldskúlaundirvísing, m.a. vevskeiði, um aldarskiftið. Í 1905 játtaði kommunustýrið í Havn einari umsókn frá Elsu B. Andreasen, sum søkti um at fáa ókeypis høli, ljós og hita til kvøldskúlaundirvísing. Hans Andrias Djurhuus og S.P. Zachariassen lýstu í 1908 við undirvísing um kvøldarnar. Eisini fóru J. Waagstein og Magnus á Kamarinum at halda kvøldskúla í 1908. Kvøldskúlin hjá Waagstein og M. Jacobsen á Kamarinum, sum helt til í Avhaldinum. Í 1926 stovnaði Sámal E. Matras, Rikard Long og aðrir privatan kvøldskúla. Teir fingu stovur í Kommunuskúlanum til brúks, men flestu lærarar høvdu tí næmingar heima hjá sær sjálvum. Studningur fekst eingin til henda kvøldskúla. Av peningaávum vóru tí arbeiðslíkindini vánalig. Nøkur ár seinri (helst í 1931) kom skúlin undir kvøldskúlalógina, so nú varð hann kommunalur. Petur Poulsen, vanliga nevndur Petur Snikk, hevði skipaðan kvøldskúla frá 1926 til 1939. Áhugin fyri kvøldskúla var lutfalsliga stórur í tríatiárinum, men fánaði burtur í lítið og einki undir krígnum, men í 1946 fór aftur at ganga betur.
Millum 1955 og 1965 er næmingatalið umleið 180 til 200, men okkurt árið kom tað heilt niður í 67. Næmingatalið øktist ikki munandi fyrr enn seinast í sekstiárinum, tá tað kom upp í 471, síðan fall tað aftur niður um 200, men menti seg spakuliga til 1974, tá tað í einum fór frá 338 upp í umleið 1100.

Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli & Tórshavnar Listaskúli 
Í 1971 byrjaði Napoleon Nólsoy (Poli) at fyrireika núverandi skúla, og í 1972 byrjaði skúlin við einum ungdómsbólki í Kommunuskúlanum. Meginparturin var sjálvboðið arbeiði, men vaksandi áhugi var bæði hjá ungum og tilkomnum fyri at fáa meira gagn burtur úr frítíðarundirvísingini í Havn. Býráðið og skúlaráðið gjørdi av at seta Napoleon Nólsoy til fyristøðumann, skúlastjóra, at taka sær av allari frítiðarundirvísing hjá Kommunini.

Skúlin broytti navn í 1975 og æt fram til 1988 Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli, tá var heitið Tórshavnar Listaskúli skoytt uppí. Búmerkið er gjørt av listamanninum Hans Paula Olsen í 1978, sum tá undirvísti á skúlanum í tekning, máling og leiri. Búmerkið fevnir um 3 samansettar bókstavir- TKU, men kann eisini tulkast á annan hátt. Hamarin ímyndar Havnina ella smíðyrkið, strikurnar í miðjuni ímynda bókina og U-bókstavurin kann ímynda koyristólin.

Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli setti sær stór mál, og bæði kommunalu mynduleikarnir og skúlastjórin vóru hálvavegna komnir í kløtur av gomlu kvøldskúlalógini frá 1935, ið var gjørd eftir einum leisti, sum als ikki hóskaði til nýggju tíðina og nú var trygd hvørjari lykkju fyri at laga seg til krøvini, sum knappligu broytingarnar og næmingavøksturin settu. Fólkatingið samtykti tí í 1979 eina uppískoytislóg um frítíðarundirvísing fyri Føroyar, og við varsemi bar til at brúka hesa, meðan bíðað varð eftir eini nýggjari lóg. Størsti vøksturin í næmingatalinum var í 1979/80 (frá 1834 til 3283). Tá nýggja kvøldskúlalógin – lóg um frítíðarundirvísing – umsíðir kom í 1983, var næmingatalið í Havn farið upp um 4000. Nú var tað bert hugflogið og lærarakreftirnar, ið settu mark fyri undirvísingartilboðunum, sum í dag eru omanfyri 100 í tali og fevna um alt frá vanligari bókligari og handaligari frálæru til royndarfyrireikandi lesnað, ið endar við próvtøku. Umleið 65% av luttakarunum eru konufólk. Við so víttfevnandi frálæru ber illa til at veita innivist fyri øllum á einum staði, og skúlin húsast tí eisini á 33 ymiskum støðum í býnum.

Undirvísingin er løgd á eina tríbýtta breyt, sum sær soleiðis út:
Almenna frítíðarundirvísing, har land og kommuna rinda hvør sína helvt av læraralønum (einki prógv)
Serstøk frítíðarundirvísing, har landið rindar alla læraralønina (fyri blind, deyv, rørslutarnað, menningatarnað – bøtandi og fyrilitarlig  o.a.) Eisini ber til at taka ymisk prógv t.d. 9/10. flokk, Dugnaskapsroynd í sigling, motorlæru, landbúnaðarskeið o.a.
Frítíðarvirksemi, har landið stuðlar upp til 50% av læraralønunum og kommunan rindar restina. Her er ikki talan um beinleiðis undirvísing, men heldur um vegleiðing. Hetta virksemi er fyri ung upp til 25 ár, t.d. ung list og sjónleikur fyri børn.

Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli hevði eisini leiðsluna á Tórshavnar Musikkskúla fram til 2003 (Royndarmusikkskúlin 1981 – 1985  og Tórshavnar Musikkskúla 1985 – 2003), t.v.s í samfull 22 ár. Í 2003 fer Poli frá fyri aldur og fáa skúlarnir tá hvør sína leiðslu, sum tó húsaðist í somu skrivstovuhølum. Fritleif Henriksen, sum var varaskúlastjóri frammanundan, bleiv skúlastjóri í 2003 og var til 2005. Jóhannes Eli Iversen, var skúlastjóri frá 3. januar 2006 til hann andaðist 22. december sama ár. Jákup Strøm varð settur sum skúlastjóri frá 1. juli 2007 til hann andaðist 17. mars 2014.
1. september 2014 varð Jógvan Sørin Hansen settur sum skúlastjóri.

Søgulig Hagtøl 1971/81

Kvøldskúlin byrjaði sum ein roynd í 1971, har ein 8. flokkur í kommunuskúlanum meldaði seg til kvøldskúlan. Í 1972 meldaði ein 9. flokk seg, og í 1973 ein 10. flokk. Í 1974 byrjaði kvøldskúlan av álvara, tá øll framhaldsdeildin í Kommunuskúlanum var partur av kvøldskúlavirkseminum.

 







«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

 

 

 

Kanna tín læriprofil

...
...
...
...

Trýst her