Ofta settir spurningar

  1. Hava onnur enn borgarar í Tórshavnar kommunu møguleika at luttaka í skeiðum í Kvøldskúlanum?

    Øll í Føroyum kunnu melda seg til stakgreinalestur á miðnámsstigi, 9. og 10. flokk og føroyskt sum annaðmál, ið hava fastan bústað í Føroyum. Til øll hini skeiðini hava borgarar í Tórshavnar kommunu fyrsta rætt at luttaka í. Tó eru borgarar uttan fyri Tórshavnar kommunu vælkomnir at luttaka, um pláss er á skeiðnum.

  2. Skal gjaldast fyri tilfar, ið eg brúki á skeiðnum?

    Næmingurin skal gjalda fyri tilfar, ið hann brúkar á skeiðnum.

  3. Eg eigi tvey børn, kann eg taka bæði við til skeið fyri 2 ættarlið?

    Tað er einans 1 barn til 1 vaksnan persón.

  4. Dugir ein tilflytari at tosa føroyskt, tá hann hevur lokið eitt skeið í føroyskum?

    Um tosað verður føroyskt við tilflytaran, er munandi lættari hjá næminginum at brúka tað, hann hevur lært á skeiðnum. Um hetta ikki verður gjørt, er tað tíverri ein sannroynd, at næmingurin skjótt gloymir tað, hann hevur lært.

  5. Hvussu er við gjaldinum fyri skeiðið?

    Teldupostur, við gjaldsleinkju, verður sendur út til næmingarnar, so hvørt sum skeiðini verða stovnaði. 
    Hetta tekur nakrar dagar.
    Vinarliga kannið óynsktan post.

Søgan um kvøldskúlan

Tað fyrsta, ið vit vita um kvøldskúlar í Havnini, er í 1882, tá vóru næmingar undirvístir, sum ætlaðu sær á skiparaskúla.

Í 1896 varð undirvíst í føroyskum. Frálæran var í gomlu fútahúsinum, ið Rasmus Effersøe átti. Sannlíkast er, at tað var hann sjálvur, ið undirvísti føroyingum úti undir Bakka.

Les meira

Føroyskt bátasmíð hildið í hevd

Tórshavnar kommuna hevur ognað sær triðja føroyska bátin, sum næmingar á Tórshavnar Kvøldskúla hava smíðað.

Seinastu árini hevur Tórshavnar Kvøldskúli lagt stóran dent á at halda føroyskt bátasmíð í hevd.

Les meira
15:11:20